Posted on

Myndatøka í sambandi við prógvhandan!

Pavla Eliassen frá Fotostudio kemur at taka myndir av næmingum, sum eru lidnir í Fuglafjarðar skúla.

Møguleiki verður at fáa eina floksmynd (200,- kr.) og/ella einstaklingamyndir (200,-kr.)

Um tit ynskja at fáa myndir, skal hetta gerast við at lata ein brævbjálva inn á skrivstovuna við peningi í. Á brævbjálvanum skal standa, hvat fyri myndir tit ynskja og  navn/bústaður hjá næminginum. Hetta tí, at myndirnar verða sendar. Seinasta freist at gjalda fyri myndirnar er mánadagin 20. juni kl. 12:00.