Góðu næmingar og foreldur/avvarðandi
So fara næmingarnir í 7. – 10.fl. til skrivligar royndir og próvtøkur.
Tíðarkarmarnir eru:

Mannagongdir til skrivligar próvtøkur og royndir:
- Næmingarnir skulu sita í royndarhølinum 15. min. áðrenn royndin byrjar
- At hava við:
- Teldu
- Telduløðara
- Oyralurt
- Teldumús
- Góðar blýantar
- Viskileður
- Linjál
- Teknitrýkant
- Vinkulmátara
- Passara
- Roknimaskinu
- Gulu handbók
- Tey, ið ikki eiga teldu, skulu boða skrivstovuni frá í seinasta lagi hósdagin 19. mai kl. 11.00
- Loyvt er at nýta internet, lærubøkur, gamlar uppgávur, egna notatir o.l. til royndina/próvtøkuna
- Tað er strangliga bannað at avrita uppgávur av netinum.
- Tað er ikki loyvt at nýta fartelefon. Fartelefonin skal setast á flight mode og latast inn í ein telefonbakka, áðrenn royndin byrjar.
- Næmingar hava loyvi at samskifta við vaktirnar í royndarhølinum. Einki annað samskifti er loyvt.
- Bið vaktina um loyvi, um tú skalt á vesi.
- Verið umhugsin og órógvið ikki onnur.
Nøkur góð ráð
- Fyrireika teg væl. Skilagott er at blaða ígjøgnum gamlar uppgávur, stílar, notatir, rættingar frá lærara o.l.
- Tryggja tær, at øll omanfyri standandi amboð eru í pennahúsinum og taskuni.
- Far tíðliga í song.
- Et góðan morgunmat.
- Hav góðan matpakka og okkurt drekkandi við í royndarhølið.
- Tryggja tær, at tú skilur uppgávuorðingina og spurningarnar.
- Ger títt besta og brúka tíðina væl.