Posted on

Langt vikuskifti

Sum kunnugt hava vit havt brandvenjing í morgun. Alt gekk væl, og vit eru nú aftur farin til undirvísing.

Í morgin, fríggjadagin, er dýri biðidagur, og mánadagur 16. mai er frídagur. So nú er aftur langt vikuskifti.

Við hesari myndini, sum er tikin við kirkjuplássið í morgun í sambandi við brandvenjingina, ynskja vit tykkum ein góðan Dýra biðidag og eitt gott langt vikuskifti.

Vit síggjast aftur týsadagin 18. mai