Mánadagin 9. mai var finalan í FM í skúlatelving leikt í Runavík. Vit luttóku í kappingini fyri 5. – 8.fl.
Liðið hjá okkum, sum vann undankappingina í apríl og harvið kom víðari í finaluna, fingu eitt flott 3. pláss í finaluni. Liðið er mannað við næmingum úr 8.a og 8.b.
Skúlatrøð vann kappingina við 22,5 stigum og eru harvið føroyameistarar 2022. Nr. 2 gjørdist Kollafjarðar skúli við 19,5 stigum, og beint í hølunum á teimum endaðu okkara næmingar við 18 stigum og fingu harvið eitt flott bronsu heiðursmerki.
Vit ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku við heiðursmerkjunum.
Skúlatalv er nú liðugt fyri í ár. Tað hevur verið spennandi at fylgt við.





