Posted on

Brandvenjing 12. mai

Góðu næmingar, foreldur og avvarðandi,

Vit skulu við hesum kunna um, at brandvenjing verður á skúlanum hósdagin 12. mai.

Allir næmingar møta sum vanligt til morgunsang kl. 08.00. Brandvenjingin verður uml. kl. 08.30.

Brandvenjingin skal tykjast so veruleikakend sum til ber. Farið verður út ígjøgnum nærmastu úthurð, har næmingurin er staddur. Næmingar fara út í inniskóm, um skógvarnir ikki eru tætt við nærmastu útgongd. Tí mæla vit til, at allir næmingar hava inniskógvar við hendan dagin.

Í aðramáta verður skúladagurin vanligur, og farið verður aftur í tíma, tá venjingin er liðug.