Posted on

Til komandi 10. flokk 2022-2023

eNám er eitt skúlasamstarv, har næmingar í 10. flokkunum, ið ganga í Stranda skúla, Fuglafjarðar skúla og Skúlanum við Streymin kunnu velja valbreytir. Næmingar kunnu velja í millum 9 valbreytir, sum verða mánadag, mikudag og fríggjadag. Leinki til at velja breytir sæst her.

Næmingar skulu eisini velja ástøði, sum verða týsdag og hósdag. Ástøði er bókligt valfak, frálæra, heimasetningur, tímatalva o.a. sum næmingar velja á hvørjum skúla sær.
Lógarkravið er, at hvør einstakur næmingur hevur í minsta lagi 28 tímar um vikuna samantalt við valbreytunum og ástøðislærugreinunum. Hvør breyt telur 6 tímar, tó telur sangleikabreytin 12 tímar, og ástøðislærugreinirnar telja 6 tímar.

Leinki til at velja ástøði hjá næmingunum í Fuglafjarða skúla sæst her

Meira kunning um eNám kann lesast her.