Posted on

Røður hjá næmingaráðnum og skúlastjóra

Niðanfyri eru røðurnar, ið skúlastjórin, forkvinnan og næstformaðurin í næmingaráðnum hildu tann 2. apríl, tá nýggi barnaskúlin varð vígdur.

Longri niðri síggjast myndir av røðarunum og myndir, tá umboð fyri næmingaráðið avdúkaði nýggja búmerki.

Røðan hjá skúlastjóranum, Berlys C. C. Toftadal:

Góðu foreldur, starvsfólk, tit, sum umboða kommununa, tit, sum umboða byggingina – og góðu tit, sum umboða listina, góðu Jenis av Rana og Jógvan Fríðriksson, góðu allir gestir.

Og so til tann týdningarmesta persónin av øllum – í miðdeplinum í hjartasláttrinum: Góði næmingur í Fuglafjarðar skúla: Hetta er ein stórur dagur fyri teg at hava fingið ein nýggjan skúla – og tessvegna fyri okkum øll. Her eru allir møguleikar at búleikast hjá øllum børnum og ungum í okkara umhvørvi her í Gøtu, Leirvík og Fuglafirði. Her er rásarúm, her er ljós, litir, list og leikur, ið geva íblástur og dirvi at royna seg. Her er meira til tín, góði næmingur, enn bara ein skúli.

Tá tað so rámandi varð sett sum undirheiti á okkara góða skúla: Meira enn ein skúli, so fær hetta heitið – og hevur tað eisini fingið – meira enn ein týdning. Alt tað fjølbroytta virksemi, sum kemur at vera her í frítíðini fyri bæði ung og gomul, ger skúlan til meira enn ein skúla – ja, til ein hjartasláttur í umhvørvinum – tað er ein veruleiki.

Men sæð innanífrá – í livandi skúlatíð, har næmingar og starvsfólk eru í einum mennandi samstarvi hvønn dag, her er skúlin eisini meira enn ein vanligur skúli. Her møtir tú, góði næmingur, øllum hinum næmingunum, sum koma úr Gøtu, Leirvík og Fuglafirði – og tú møtir næmingum, sum hava røtur úr tíggjutals øðrum londum. Í hesum samspæli við so nógvum ymiskleikum lærir tú at samstarva og at hava virðing fyri tí einstaka menniskjanum.

Í Fuglafjarðar skúla verður eyka dentur lagdur á listaligu lærugreinirnar. Her kanst tú smíða og skrúva, tekna og mála, skapa list úr leiri og glasi, syngja og spæla ljóðføri og spæla sjónleik. Tú fært ment tína sannkenning, títt hugflog og tín hug at læra. Í ítrótti, svimjing og øllum spæli í fríløtum fært tú ment teg kropsliga – og við at troyta allar givnar møguleikar, mennist tú á likam og sál og kanst kenna teg sum eitt heilt menniskja. – Hetta vil eg sum leiðari arbeiða fyri hvønn dag, og hetta vilja øll starvsfólk í skúlanum arbeiða fyri.

Men vit megna hetta ikki uttan í einum góðum samstarvi fyrst og fremst við tykkum, góðu foreldur. Vit takka fyri álitið at faa loyvi – saman við tykkum – at evna tykkara børn til tað, tey nú einaferð fara at vera. Gott samskifti og gott samstarv millum heim og skúla fari eg alsamt at arbeiða fyri.

Somuleiðis fari eg eisini at leggja stóran dent á samstarvið og samskiftið við Fuglafjarðar kommunu og við Undirvísingarstýrið og Mentamálaráðið. Innlit, álit og virðing eru týdningarmiklir tættir í hesum samstørvum.

Fyri framhaldsdeildina er tað so umráðandi at halda fram við samstarvinum í Framvit við javnbjóðis ávirkan og ábyrgd fyri skúlaviðurskiftunum eftir 7. skúlaár. Og samstarvið í E-námi við Skúlan við Streymin og við Stranda skúla er eisini so sera umráðandi við teimum eyka møguleikum, hetta gevur okkara elstu næmingum. Hesi samstørv fari eg at leggja størsta dentin á at halda fram við í besta samstarvsanda til frama fyri allar partar.

Nú ið umboð fyri næmingaráðið fara at avdúka nýggja búmerkið hjá skúlanum, skal eg enda við at hava tey bestu góðynski til tín, góði næmingur í Fuglafjarðar skúla: At tú mást hava tað gott í skúlanum, kenna teg tryggan, kenna felagsskapin sum eina styrki, at tú kanst hava álit á tínum felagum og á okkum vaksnu – og at tú, tá tú fert víðari hiðani, kennir teg sterkan og búnan og við neyðugum førningi til tað, sum tú fert í holt við. Góða eydnu, góði næmingur, og góða eydnu til okkum øll við nýggja, stásiliga skúlanum. Takk fyri! 😊

Røðan hjá Mildrið H. Abrahamsen, forkv. í næmingaráðnum, og Bjarna Skorastein, næstform. í næmingaráðnum:

Góðu áhoyrarar

Vit eru komin saman her í dag, tí tann nýggi skúlin er vígdur, og tí vilja vit siga nøkur orð um, hvat næmingarnir halda um skúlan.

Vit eru øll ómetaliga glað fyri tann nýggja skúlan. Tí her hava vit góðar møguleikar at læra og mennast.

Skúlin er rúmligur, og allíkavæl er umhvørvið hugnaligt. Her eru góðir møguleikar til bólkaarbeiði og til at hugna sær í fríkorterinum.

Talvborð eru sett upp úti á gongini, og tað eru allir næmingar sera glaðir fyri, sjálvt tey, sum ikki duga at telva. Har brúka vit nógva tíð, og er tað ofta so spennandi, at vit hava næstan hug at gloyma at fara í tíma.

Sjálvt um vit ikki hava eina matarhøll, kunnu vit altíð seta okkum við borðini í Miðhøllini, (Miðhøllin er altso her vit eru beint nú), her vit eisini hava atgongd til mikroovnar, køliskáp og vask.

Á 2. og 3. hædd eru eisini mikrovnar og køliskáp. Har eru eisini fleiri smá rúm, har næmingarnir, sum treingja til frið, kunnu fara at slappa av eina løtu. Spælikrókar og spøl eru eisini á hesum hæddunum.

Bókasavnið, sum er liðugt til í dag, gleða allir næmingarnir seg sera nógv til at brúka. Har eru góðar umstøður til at lesa, hugna sær og fáa íblástur av ymsum slag. Bókasavnið er í tveimum hæddum, har tann ovara er til tey eldru og tann niðara til tey yngru. Har eru fleiri hugnaligar sofur og lesikrókar. Eisini er møguleiki at seta seg út um at lesa, um veðrið er til vildar.

Ongantíð áður hava vit havt skúlakøkin so tætt við næmingarnar, og er hetta eitt stórt pluss.

Høllin er stór og ljós og lýkur øll krøv til eina flogbóltshøll. Umklæðisrúmini eru eisini stór og góð. Nú hava vit eisini tann fyrimun, at øll kunnu sita til roynd í sama høli.

Skal næmingaráðið fundast um eitthvørt eru møguleikarnir nógv betri nú enn fyrr. Fyrr noyddust vit at sita í onkrari skúlastovu og vórðu ofta órógvaði. Nú eru fleiri fundarhølir á skúlanum, og ger tað arbeiðið nógv lættari. Somuleiðis við so nógvum øðrum fundum, sum verða hildnir.

Umstøðurnar, hvat viðvíkur wc’inum, eru eisini nógv broyttar. Nú hava vit fleiri wc á hvørjari hædd til bæði gentur og dreingir.

Fara vit so út um skúlan, hava vit fingið eitt deiligt spælipláss til tey smáu at stuttleika sær á.

Í nýggja skúlanum hava stovurnar fingið nøvn eftir fjøllum og homrum runt Fuglafjørð. Á miðhæddini eru nøvn á homrum, ovast eru nøvn á fjøllum. Vit halda, at hetta er bæði læruríkt, mennandi og stuttligt. Við íblástri í hesum nøvnum fara vit at enda.

Sum fagrir fuglar flúgva vit her,

vónandi veksur okkara verð,

nú reiðrið er rúmsátt so vakurt at sjá,

á hógvinum hóvliga ganga á tá,

flogið so fagurt – vit víðari fara

við takksemi tankaflog her mundu læra,

vígdur – væl varðveittur skúlin nú er,

takk tit øll – vit trívast væl her.

Takk fyri