Posted on

Hátíðardagurin 2. apríl 2022

Góðu øll somul!

2. apríl 2022 var fyri okkum ein sera stórur dagur. Tað var henda dagin, at Jógvan Fríðriksson, Føroya bispur, vígdi nýggja snøgga skúlan, ið vit nú starvast í.

Fleiri hundrað fólk komu á gátt henda fagnaðardag, sum eisini vísti seg at blíva ein góðveðursdagur. Skráin fyri dagin var rúgvismikil og spennandi.

Umframt fleiri sera góðar røður, vóru eisini framførslur av ymiskum slag. 8. og 9. floks næmingar framførdu rytmiskan tónleik, og barnakórið sang tríggjar sangir. Tað er Marta á Lakjuni, ið stendur fyri hesum bólki og barnakóri.

Hæddarpunktið á degnum var, tá frumframførsla var av tónleika- og listaverkinum “Songur til Fuglafjarðar skúla”. Tað var ein rørandi løta at hoyra lærarakór og barnakór saman við strúkarum og klavertónum frá Eyðuni á Lakjuni framføra hetta verkið. Ein løta, ið rørdi mong.

Tað eru mentamenninir og fyrrverandi lærararnir Alexandur Kristiansen, Frits Johannesen og Jógvan á Lakjuni, sum hava gjørt verkið til Fuglafjarðar skúla. Alexandur hevur skrivað tekstin, Jógvan gjørt lagið, og Frits hevur málað málningar. Sagnarverkið sæst á vegginum í miðhøllini.        

Seinasta framførslan á pallinum var brot úr sangleikinum High School Musical, sum er pallsettur í Mentanarhúsinum í hesum døgum. Hendan skemtiliga og lívliga framførslan fekk lív í miðhøllina. Tað eru lærararnir, Marjun Djurhuus og Bárður á Lakjuni, sum standa fyri sangleikabreytini.

Henda dagin fekk skúlin eisini eitt nýtt búmerki, ið sniðgevingarfyritøkan, Sansir, hevur sniðgivið. Næmingar avdúkaðu búmerkið, og umboð fyri næmingaráðið søgdu nøkur orð í hesum sambandi.

Eftir hátíðarhaldið var drekkamunnur og opið hús við livandi verkstovum. Her kundi tú uppliva, at skúlin er, sum slagorðið sigur: “meira enn ein skúli”. Her vóru musikkskúlin, kvøldskúlin og ítrótturin luttakandi umframt næmingar.

Skúlin ynskir við hesum at bera eina heilsan til næmingar, starvsfólk skúlans, foreldraráðið, Fuglafjarðar kommunu, hornorkestrið, musikkskúlan, kvøldskúlan og øll onnur, sum hava hjálpt til við at fáa dagin at eydnast so væl – Hjartans tøkk øll somul.

Her eru nakrar myndir frá degnum. Myndirnar eiga Jóannes Næs Petersen og Jastrid á Dalbø: