Posted on

2. apríl 2022

Hátíðarhald í nýggja barnaskúlanum í Fuglafirði

Í sambandi við, at hátíðarhald verður í nýggja barnaskúlanum í Fuglafirði tann 2. apríl, hevði tað glett okkum at sæð tykkum øll henda dagin. 

Verið hjartaliga vælkomin.

Áðrenn tiltakið 

  • Kl. 09.00 – 14.00 Almenn svimjing. Ókeypis
  • Kl. 13.30 – 14.30 Hugni fyri øll fyrrverðandi starvsfólk í Fuglafjarðar skúla í gamla starvsfólkahølinum. Munnbitar, bobblir og prát
  • Kl. 14.00 – 14.30 Dyrnar lata upp. Klavertónar í Miðhøllini
  • Kl. 14.30 – 17.30 Fimleikafelagið Flog hevur rørslubreyt í gomlu fimleikahøllini. Fyri børn saman við vaksnum

Almenna hátíðarhaldið Kl. 14.30 – 16.00

  • Rønn Eliasen, mentanarleiðari, bjóðar vælkomin. Tónleikaframførsla við 8.-9.fl. næmingum v/Martu á Lakjuni
  • Dávur Juul, borgarstjóri, røðar
  • Tónleikaframførsla við 8.-9.fl. næmingum v/Martu á Lakjuni
  • Vígsla, Jógvan Fríðriksson, biskupur
  • Barnakórið v/Martu á Lakjuni syngur
  • Røða við Jenisi av Rana, landsstýrismanni í Uttanríkis- og Mentamálum
  • Filmsbrot: ”Tíðarlummi – meðan vit bygdu 2017 – 2022” v/Bjørg Mohr Anderssen
  • Røða við Eyðun á Lakjuni, formanni í Mentamálanevndini
  • Barnakórið v/Martu á Lakjuni syngur
  • Røða v/Rúna Abrahamsen og Heidi H. Poulsen, MAP Arkitektar
  • Felagssangur – Landið eg bar við mær
  • Rønn Eliasen, mentanarleiðari, greiðir frá listini, ið er gjørd til skúlan
  • Frumframførsla: ”Songur til Fuglafjarðar skúla” eftir Alexandur Kristiansen, Frits Johannesen og Jógvan á Lakjuni
  • Skúlastjórin, Berlys Toftadal, flytur fram røðu
  • Umboð fyri næmingaráðið avdúka nýggja búmerkið hjá skúlanum
  • Næmingar siga nøkur orð
  • Skúlastýrisformaðurin, Leivur á Lakjuni, flytur fram røðu
  • Brot úr sangleikinum hjá eNámi “High School Musical 3”
  • Kl. 16.00 Rønn Eliasen endar løtuna og greiðir frá skránni víðari

Opið hús Kl. 16.00 – 17.30

  • Opið hús við drekkamunni, livandi verkstøð, upplestur, næmingaframsýningar, filmsbrot, Fimleikafelagið Flog, Fuglafjarðar kvøldskúli og Fuglafjarðar musikkskúli vísa sítt virksemi v.m.
  • Kl. 16.15 Hornorkestrið spælir
  • Kl. 17.30 Takk fyri í dag!
  • Kl. 19.00 Veitsla fyri innbodnum á Miðnámi.