Posted on

Hugnaligt grækarismessuhald

Í morgun høvdu vit eitt lítið grækarismessuhald í miðhøllini.

Næmingarnir í 3. flokki løgdu fram um tjaldrið, og fingu vit sera nógv áhugavert at vita um okkara tjóðfugl. Takk fyri 3. flokkur – hatta kláraðu tit so væl 🙂

Ein sera hugnalig løta henda fríggjamorgun.

Gott vikuskifti og góða grækarismessu.