Posted on

Sjóprotein nr. 2 til skúlaFM

Finalan í skúlaFM í íverksetan var í Løkshøll fríggjadagin 25. februar.

Í alt seks bólkar vóru við í kappingini, harav Fuglafjarðar skúli átti tveir av bólkunum. Tað er Bodil Jacobsen, sum hevur íverksetanarbreytina um hendi í Fuglafjarðar skúla.

Annar bólkurin, sum er mannaður við Halli Foldbo, Sáru Thomsen og Bjørt Lisberg, hevur arbeitt við eini verkætlan undir heitinum “Sjóprotein”. Hesin bólkurin gjørdist nr. 2 í finaluni.

Framløgan var sera góð, har víst var á, hvussu protein úr fiskabeini kann gagnnýtast – tey vístu á eitt ítøkiligt dømi, har hetta protein var blandað í ein fruktsopa/smoothie. Dómararnir sluppu at smakka til vøruna.

Hin bólkurin, sum er mannaður við Andre L. Gjógvará, Jákupi Heinason og Poul Andrasi á Hólalagnum, hevur arbeitt við eini verkætlan undir heitinum “Gaming-café”. Eisini hesin bólkurin hevði eina sera áhugaverda framløgu við ítøkiligum hugskotum, ið kunnu arbeiðast víðari við. Flott!

Vinnarin av skúlaFM 2022 í íverksetan gjørdist bólkurin OVIS úr Skúlanum við Løkin, ið hevði framleitt ljóðpanelir úr føroyskari seyðaull. Nummar tvey gjørdist Sjóprotein úr Fuglafjarðar skúla, og nummar trý gjørdist Kropsskrubb úr Skúlanum á Giljanesi.

Vit ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku, og takka fyri ein sera væleydnaðan dag við góðum framløgum.

Her eru nakrar myndir frá degnum: