Í dag, fríggjadagin 25. februar, er finala í skúlaFM. Skúlanæmingar í 8., 9. og 10. flokkum runt landið fara at kappast í íverksetan.
Seks næmingar frá Fuglafjarðar skúla luttaka í dag úr 10. fl.
Næmingar, ið hava valt íverksetanarbreyt, fáa undirvísing í íverksetan, og hava arbeitt við ítøkiligum vinnuligum verkætlanum hetta seinasta árið.
Finalan verður í Løkshøll í Runavík og byrjar kl. 09:30. Hini í flokkinum eru farin at stuðla sínum floksfeløgum.
Vit ynskja okkara næmingum góða eydnu í dag.
Skrá og meira kunning um tiltakið kann lesast undir hesi leinki:
SKÚLAFM FINALAN 2022 Í LØKSHØLL | Íverksetarahúsið (iverksetan.fo)