Góðu næmingar og foreldur/avvarðandi
So fara næmingarnir í 7. – 10.fl. til várroynd.
Tíðarkarmarnir til várroynd eru sum fylgjandi:

Heitt verður á næmingar um at møta í góðari tíð, soleiðis at teir eru í royndarhølinum 10 min. áðrenn royndin byrjar.
Best er, um næmingar hava egna teldu við til royndina. Um næmingar ikki hava teldu, verða teir bidnir um at venda sær til skrivstovuna í seinasta lagi mánadagin kl. 11.30.
Havið egin arbeiðsamboð við, so sum:
- Oyralurt
- Teldumús
- Góðan blýant
- Viskileður
Eyka til greiðslurokning:
- Gulu handbók
- Linjál
- Teknitrýkant
- Vinkulmátara
- Passara
- Roknimaskinu