Posted on

7. februar – Ein stórur dagur

Mánadagur 7. februar 2022 var ein stórur dagur fyri okkum.

Nýggi barnaskúlin varð tikin í nýtslu henda dagin, og vóru vit øll sera spent.

Um morgunin var skipað fyri skrúðgongu, har allir næmingar gingu frá gomlu byrjanardeildini yvir í nýggja snotuliga skúlan.

Síðani fóru næmingarnir í 1. – 7.fl. inn í teirra nýggju skúlastovur at finna sær pláss.

Kl. 10.00 var felags morgunsangur, har skúlastjóri og læraraumboð eisini hildu røður. Tað var ein rørandi løta at hoyra næmingar syngja í nýggju miðhøllini. Ljómburðurin var sera góður, og næmingarnir sungu so væl við.

Dagurin endaði við, at næmingarnir fingu góðgæti og sunkist í floksstovunum.

Ætlanin er, at nýggi skúlin verður vígdur 2. apríl. Tá fær almenningurin høvi at síggja skúlan.

Niðanfyri er leinki til innslagið, sum var í Degi & Viku, umframt nakrar myndir frá degnum: (Nakrar av myndunum eiga Sonni á Horni og Johan Beder).

https://kvf.fo/netvarp/sv/2022/02/07/gledast-um-nyggja-skulan