Posted on

Flyting mánadagin 7. februar 2022

Góðu næmingar og foreldur/avvarðandi

Mánadagin 7. februar fara vit at flyta í nýggja skúla.

Vanliga tímatalvan er niðurløgd henda dagin. Allir næmingar eru í skúla frá kl. 08.00 – kl. 11.25. Dagurin er bert ætlaður næmingum og starvsfólkum skúlans.

Skráin mánadagin 7. februar:

Kl. 08.00: Allir næmingar møta í sínum gomlu floksstovum

Kl. 09.00: Næmingarnir ganga frá gomlu byrjanardeildini yvir í nýggja skúla

Kl. 09.10: Næmingarnir fara í floksstovurnar

Kl. 09.45: Fríkorter

Kl. 10.00: Morgunsangur og kunning í miðhøllini

Kl. 10.30: Hugnaløta í floksstovunum

Kl. 11.25: Skúladagurin endar  

Inngongd:

1.fl. – 6.fl. ganga inn omanfyri skúlan, t.e. hurðin niðanfyri brandstøðina. (Nýggi skúli)

7.fl. – 9.fl. ganga inn við dupult hurðarnar í skúlagarðinum, sum tey hava gjørt frammanundan. (Gamli skúli)

Skógvar

Frá mánadegnum 7. februar er allur skúlin skógvafríur. Hetta merkir, at eisini næmingar í hádeildini, sum framhaldandi fara hava floksstovur í gamla skúla, skulu úr skónum við inngongdina.  

Næmingarnir lata seg úr skónum við omanfyri nevndu inngongdir. Skelti koma at hanga, sum vísa, hvar hvørjir flokkar stilla skógvarnar.

Vit heita á allar næmingar um at hava inniskógvar standandi í skúlanum.

Vit gleða okkum til stóra dagin.