Posted on

Evnisvikan í myndum

Sum kunnugt, hava vit havt evnisviku hesa vikuna, har næmingarnir hava havt øðrvísi dagar og arbeitt við ávísum evnum.

Næmingarnir í byrjanardeildini arbeiddu við evninum ”Fyrr og nú”. Tey hava vitjað gomul støð í bygdini, tosað við eldri fólk um farna tíð, sæð gomul ting og spælt gomul barnaspøl. Eisini vitjaðu tey bygdasavnið “Forni” á Glyvrum.

Miðdeildin hevur arbeitt við evninum ”Endurnýtsla og djóralív”.  Næmingarnir hava verið til fyrilestur hjá Silasi Olofson, fuglafrøðingi, gjørt íløt til fuglafóður úr endurnýtslu, gjørt fuglafóður úr tálg og matrestum og tekna fuglar saman við Jóruni Pálsdóttir. Eisini vóru stundir til at vitja Varmakeldugarðin og Varmakelduna.

7. og 8. flokkarnir hava havt SSP-viku. Tey hava arbeitt við evninum “Ung og lívið”. Í hesum sambandi hava tey havt vitjan av løgregluni, Bláa krossi, Martini Kúrberg og Gerhardi J. Mikkelsen, presti. Eisini hava tey vitjað á sosialu deild fyri Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu.

9. flokkarnir høvdu upprunaliga sett út í kortið at arbeiða við evninum ”Tilfeingi úr sjónum”. Ætlanin var í hesum sambandi at vitja ymiskar deildir hjá Bakkafrosti, men av tí, at leiðreglurnar í Bakkafrosti vórðu herdar í síðstu løtu, bar tíverri ikki til at vitja støðini.

Læraratoymið broyttu tí skránna mánamorgun. Næmingarnir fóru m.a. í biograf at hyggja eftir James Bond, vitjaðu umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra og arbeiddu vit stuttfilmum.

Vit takka fyri eina sera góða evnisviku og ynskja tykkum øllum eina góða heystfrítíð.

Vit síggjast aftur mánadagin tann 18. oktober.

Her síggjast myndir frá evnisvikuni: