Posted on

Altjóða læraradagur 2021

Í dag 5. oktober er altjóða læraradagur, og ljós varð varpað á tann týdningarmikla leiklutin lærarar hava. Skúlastýrið fyri Fuglafjarðar skúla hevur í hesum sambandi yvirraskað starvsfólkini í morgun.

Øll starvsfólk og allir næmingar skúlans møttu til morgunsang í fimleikahøllini. Eftir morgunsangin komu skúlastýrislimir óvæntað á vitjan. Leivur á Lakjuni, formaður í skúlastýrinum, legði út við at greiða næmingunum frá, hvørji tey eru í skúlastýrinum, hvat tey arbeiða við, og hví tey møttu upp í dag.

Síðan fekk Hanna Jensen, kommunustýrisumboð og rektari á Miðnámi á Kambsdali, orðið og flutti fram røðu.

Til seinast handaðu næmingar gávur til lærarar – og til námsfrøðingar, sum eisini hava ein týðandi leiklut í at fáa undirvísingina at rigga á bestan hátt.

Eftir eina góða hugnaløtu í fimleikahøllini fóru næmingar, námsfrøðingar og lærarar aftur í gongd við evnisdagarnar, sum eru hesa vikuna.

Kl. 10.00 var morgunmatur, sum leiðslan og Fuglafjarðar kommuna bjóðaðu – og eisini her var gjørt nógv burturúr.

Her eru nakrar myndir frá løtuni, og niðanfyri kann røðan hjá Honnu Jensen lesast:

Røða til Altjóða Læraradag í Fuglafjarðar skúla, 5. oktober 2021

Góðu lærarar við Fuglafjarðar skúla!

Tað er ein sera stórur heiður at sleppa at bera tykkum eina heilsan á hesum hátíðardegi fyri tykkara yrki.

Ikki bert havi eg ta gleði at sita í skúlastýrinum fyri hendan skúlan, men havi eisini verið næmingur her frá august 1987 til juni 1989, eins og eg havi havt tvey skúlabørn her og fari at senda eitt afturat um eitt knapt ár.

So hesin skúlin liggur mær á hjarta, eins og eg eri uppvaksin hjá fólki og ímillum fólk, sum hava nógv gott at bera honum og lærarum her gjøgnum tíðirnar.

Í dag skriva vit okkum inn í eina siðvenju um allan heim, at fagna lærarayrkinum, og eg skal takka foreldraumboðunum í skúlastýrinum við Fuglafjarðar skúla fyri teirra eldhuga og framskygni í stýrisarbeiðinum og fyri átakið Altjóða Læraradagur í Fuglafjarðar skúla.

Góðu lærarar!

Tit valdu tykkum hesa útbúgving og hesa yrkisleið, sum er kjarnin í øllum útbúgvingarskipanum í heiminum, tann samfelagsgeirin, sum tryggjar førleikar til alt samfelagið í framtíðini og sum saman við samfeløgnum og familjunum lyftir mentanararvin fram á leið.

Onkur hevur sagt, at yrkið lærari er eitt yrki, sum undirvísir í øllum yrkjum.

At vera lærari er tykkara lív, tí ein lærari er lærari allan sólarkringin og alt árið, og hjá teimum flestu er tað sum eitt kall at vera partur av tí skaranum, sum letur upp sinnini, so børn og ung kunnu læra at kenna ein part av tí hugtakandi kunnskapinum, sum kveikti tykkum sjálvi ymsar tíðir – serliga í tykkara yndislærugreinum ella linjulærugreinum.

Á hendan hátt staðfesta tit orðini hjá amerikanska sálarfrøðinginum og heimspekinginum, John Dewy, sum segði: “Útbúgving er ikki fyrireiking lívið, útbúgving er lívið sjálvt”.

Løturnar, tá lesingin fer á glið, tá sannkenningin kemur í einum nýggjum støddfrøðiligum evni, tá angistin fyri at leggja fram hvørvur, tá greiningin og tulkingin festir í, tá náttúran skapar undran í lívfrøði, alisfrøði og evnafrøði, tá skrivingin gerst sjálvstøðug og kreativ, tá friður fellur yvir flokshølið og næmingarnir arbeiða í bólki ella einsæris, og alt gongur upp í eina hægri eind. Hetta er tykkara gerandisdagur – hesi smáu regluligu undrini sum henda, tí tit standa stinn í kallinum.

Eg nevndi ikki larmin, avbjóðingarnar, vantandi áhuga, manglandi bøkur, mistreystið, arging, trupulleikar millum floksfelagar o.s.fr., tí hesi eru partur av fortreytunum, sum tit hava tikið við, og sum tit hava trenað tykkum at byrgja upp fyri, at lætta um og broyta, og fyri alt hetta beri eg tykkum eina tøkk í dag.

Steintór Rasmussen sipar til hendan lívsstílin í seinasta ørindi í nýggjasta sangi hansara á marknaðinum:

“Um lívið sjálvt ein skúli er og tíðin vára kós

Góður er tann kennari, sum kveikir hugans ljós

Tí lærdómur er sum eitt lítið korn, ið verður sátt

Sum stingur upp úr jørðini ímóti himli hátt”

Ljós og gróður eru her myndir av tykkara arbeiði, og rørslan í ørindinum, eg valdi, er frá jørðini og upp í hæddirnar.

Sangurin kemur afturat øðrum, sum hava roynt at sett orð á týdningin, lærarin hevur havt á lívið hjá einstaklingum. Og serligt er tað, at ein núverandi og ein fyrrverandi lærari við Fuglafjarðar skúla syngja við og staðfesta støðuna hjá júst hesum skúlanum fyrr og nú – eisini innan tær sokallaðu kreativu lærugreinir fólkaskúlans: evning ella myndlist – og tónleikur.

Hinvegin er tað eitt kreativt arbeiði sum heild, at undirvísa. Har lærarin sum ein leikari skal pallseta eina undirvísingarstøðu fyri dagsins skamt av kunnleika hvønn einasta tíma, og har høvuðsamboðið er egin kroppur og sál, og har kynstrið er at miðla – ikki bert ráu vitanina, men egna uppliving, sansan og bergtøku.

Tí sum Jung segði: “Mann hugsar aftur um teir dugnaligu lærararnar við nøgdsemi, men við takksemi um teir, sum rørdu okkara menniskjaligu kenslur. Námsætlanin er so nógv neyðugt rátilfar, men hiti er tað neyðuga elementið, sum skal til, fyri at ein planta kann grógva og fyri sálina hjá einum barni.”

Ein lærari er ein kveikjari, ein venjari, ein leiðari, ein vinur, ein verji, ein uppalari, ein fyrimynd og mangt afturat.

Í míni tíð í Fuglafjarðar skúla lærdi eg í tímunum hjá Signari á Brúnni at dvølja við myndina saman við teksti, í tímunum hjá Herlufi Bertelsen at kvøða Ormin langa, í tímunum hjá Súna í Hjøllum alisfrøði og evnafrøði, í tímunum hjá Kristini Poulsen týskt, í tímunum hjá Jógvani Dahl landafrøði og enskt – m.a. eisini dansispøl, í tímunum hjá Oliviu Hansen um kyknur, í tímunum hjá Niels Midjord at seta evangeliini upp synoptiskt – og soleiðis kundi eg hildið fram eina løtu.

Men eg lærdi eisini nakrar gittarakkordir í døgurðatímanum, tá Niels bjóðaði hetta fram, vitjaði 4 oyggjar á seturskúlum, sum Jógvan Dahl skipaði og útførdi við okkum tvær ferðir árliga. Á hendan hátt kom eg innan stutt tíðarbil út til Fugloyar og Mykines og Kalsoy fyri fyrstu ferð eins og ein túr til Suðuroyar. Eg møtti mongum av mínum vinum og kenningum, sum eg enn eri knýtt at – fyri bert at nevna ein part. Og nógv av hesum situr djúpt í mær enn – hví? Tí eg var áhugað? Tí bøkurnar vóru spennandi? Tí umstøðurnar vóru góðar? Ja, nokk eisini tí, men mest av hugburði, stíli og brennandi áhuga ymsu læraranna. Kenslan av læringsstøðuni er brennimerkt innaní. Tí tað gjørdi mun!

Tit gera mun, og ofta, tá tosað verður um skúlapolitikk, visjónir og fígging til hetta samfelagsøkið, tá er tað mangan staðfest mær av nýggjum, at munurin millum hetta økið og okkurt annað av sokallaðu vælferðarøkjunum er, at úrslitið sæst um eitt ættarlið ella seinni. Tað er ikki sum við sjúklinginum, sum versnar ella doyr í morgin ella um nakrar mánaðir, tí vit ikki gjørdu tað, sum skuldi til. Nei, tað er um eitt ættarlið ella tvey, at summi av úrslitunum fara at síggjast av tykkara dagliga strevi fyri tykkara fakøkjum og fyri námsfrøðini – fyri læringini og fyri trivnaðinum, sum vit vita er ein óundansleppandi fortreyt fyri læring. Eins og vit hava sjónlig útbúgvingarlig úrslit her rundan um okkum í økinum, so fara vit um 1 og 2 ættarlið at síggja, hvat spurdist burtur úr júst hesi tíð, hesum døgum, vit liva nú, tá um skúla og førleikar ræður. Og eg vænti mær nógv og góð úrslit, tí tit vilja hendan skúlan, og tit halda fram gjøgnum tjúkt og tunt, í viðgangi og mótgangi – veri hann persónligur ella inni á skúlanum.

Námsfrøðin, skilhaldið, samstarvið, hugburðurin, fakligheitin, nærlagnið, regluligheitin, tolið…

Sum starvsfelagar hava tit mangan hjálpt hvørjum øðrum og tikið væl ímóti teimum nýggju lærarunum, sum eru komnir til seinastu árini og hava lutað tykkara serligu royndir í hesum serliga starvi. Eitt gott læraratoymi er meira vert enn gull og annað ríkidømi. Uttan tað er skúlin, býurin fátækur og leiðslan uttan amboð, ein máni uttan ljós.

Við tykkum fær leiðslan til eina og hvørja tíð skipað dygdarundirvísing í øllum lærugreinum fólkaskúlans, fær hildið eitt gott støði á bókasavninum, í skúlavegleiðingini, í førleikastovuni og sertilboðnum sum heild, fær ment samskiftið millum heim og skúla í samstarvi við skúlastýrið, fær hildið fram at byggja samstarvið við kommunu. Við tykkum eru stórir møguleikar – uttan tykkum er eingin skúli.

Ja, ávirkanin er stór av tykkara yrki, og við henni fylgir ábyrgdin. Og eg veit, at mangar eru løturnar, tá innastu streingir hjarta tykkara darra í ivans duri ella fara í moll. Tí ábyrgdin vigar tungt, og tað til tíðir er trupult at meta um egið avrik. Men vit heilsa tykkum í dag á Altjóða Læraradegnum, og máttu tit kent tykkum eggjað til og virðismett, og má tykkara eldhugi bert styrkjast sum frálíður – og treystið við!

Og eg skal nýta høvið at ynskja nýggja skúlastjóranum og nýggja varaskúlastjóranum til lukku við álitisstørvunum og ynskja teimum hepna hond í hesi spennandi leiðsluuppgávu fyri læraratoymið við Fuglafjarðar skúla.

Og eg beri samstundis eina heilsan til allar næmingar skúlans, um at tað skal gangast tykkum væl!

Gleðiligan læraradag øll somul!