Posted on

Listaleypur á vitjan

Hósdagin 30. septembur 2021 var listaleypurin á vitjan.

Hesaferð vóru næmingar úr 4., 5. og 6. flokki bodnir inn í ein estetiskan hugaheim við tónleikaframførslu frá KLINGRA.

Áðrenn vitjanina, hevur KLINGRA havt eitt samstarv við 6. flokk. Flokkurin fekk til uppgávu at taka nakrar myndir og nøkur ljóðbrot, sum KLINGRA síðani skuldi flætta uppí teirra framførslu. Hetta eydnaðist sera væl!

KLINGRA er mannað av listafólkunum Dánjal á Neystabø, Heðin Ziska Davidsen og Kim Rafael Nyberg.

Meira kann lesast um KLINGRA undir hesari leinkju:

KLINGRA — Ein tónleikaframførsla, sum ljóðar eitt sindur sum tú — Listaleypurin

Sigast má, at hetta var ein áhugaverd og estetisk uppliving í fimleikahøllini hendan dagin.