Posted on

Start Up Camp – Íverksetan

Íverksetarabreytin frá e-námi, Nám-X og Giljanesi vóru í síðstu viku til “Start Up Camp” hjá Íverksetarahúsinum. 

Næmingarnir vórðu blandaðir í 9 ymiskar bólkar, sum skuldu kappast um bestu íverksetan. Sára, Bjørt og Hallur úr e-Nám, saman við tveimum gentum úr Nám-X, áttu besta hugskotið. Tey ætlaðu sær at seta pant á sigarettstubbar, fyri at hjálpa um dálking av náttúruni, og síðani skuldu hesir sigarettstubbar gerast um til hart plastik og soleiðis brúkast til endurnýtslu.

Hesin dagurin var ein forsmakkur uppá skúla FM, sum verður í februar, sum næmingarnir kappast fram ímóti. Vinnarin av skúla FM sleppur víðari til Danmarkar at kappast um bestu íverksetan.

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við góða hugskotinum!