Posted on

Stjórasetan

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Berlys Nordendal í starvið sum skúlastjóra í Fuglafjarðar skúla. Berlys er 40 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 2016, prógv sum námsfrøðingur í 2013 og tók í vár prógv sum nýkognitivur sálarterapeutur. Berlys er harumframt í holt við at taka masterútbúgving í leiðslu.

Berlys hevur undirvísingarligar royndir sum lærari og leiðsluroyndir bæði sum varaskúlastjóri og leiðari í Ungdómshúsi. Hetta síðsta skúlaárið hevur hon verið í starvi sum varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla.

Berlys tekur við starvinum sum skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla tann 1. august 2021.

Vit í Fuglafjarðar skúla ynskja Berlys hjartaliga tillukku, bestu eydnu og hepna hond við starvinum.