Posted on

Prógvhandan 2021

Prógvhandan hjá 10. flokki og teimum í 9. flokki, sum gevast í skúlanum, verður í fimleikahøll skúlans hósdagin 17. juni.

Hátíðarløtan er skipað í tveimum, vegna óvissuna rundanum Covid19:

  • kl. 16.00 – kl. 17.00: Fráfaringarløta fyri 9. flokkunum
  • kl. 17.30 – kl. 18.30: Fráfaringarløta fyri 10. flokki

Eftir hvørja fráfaringarløtu verður myndatøka og drekkamuður.

Hátíðarløtan er avmarkað til tvey avvarðandi fyri hvønn næming.

Vinaliga

leiðslan