Posted on

Útsettu skrivligu próvtøkurnar hjá 10. fl.

Próvstovan hevur boðað frá, at manglandi skrivligu próvtøkurnar í 10. flokki verða soleiðis:

  • Hósdagin 27. mai 2021 kl. 9.45 – Støddfrøði (greiðslurokning)
  • Fríggjadagin 28. mai 2021 kl. 10.15 – Enskt (framseting)

Næmingarnir skulu sita í royndarhølinum 10 min. áðrenn royndin byrjar. Royndarhølið hjá 10. fl. er fimleikahøllin.

Allir næmingar, sum eiga teldur, skulu hava tær við til royndirnar.

Heitt verður á næmingar um at møta í góðari tíð og hava egin arbeiðsamboð við, so sum:

  • Oyralurt
  • Teldumús
  • Góðan blýant
  • Viskileður

Eyka til greiðslurokning:

  • Gulu handbók
  • Linjál
  • Teknitrýkant
  • Vinkulmátara
  • Passara
  • Roknimaskinu