Posted on

Sangleikurin “Leyvukongurin” er av

Sum flestu kunnugt hevur Mentanarhúsið verið karmur um sangleikin, Leyvukongurin, sum sangleikabreytin á e-Námi í Fuglafjarðar skúla hevur sett upp.

Fleiri positiv ummæli eru skrivað um leikin – m.a. hava Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu, og Sveinur Tróndarson, ábyrgdarblaðstjóri í Dimmalætting, ummælt leikin. Eisini var ‘Góðan morgun Føroyar’ á vitjan, og brot úr leikinum vórðu víst í Degi og Viku.    

Umframt einstaklingar hava eisini fólkaskúlar, dagstovnar og miðnámsskúlar úr øllum heraðshornum verið á vitjan. Ja, tilsamans hava fleiri túsund fólk sæð leikin. Nógvur fagnaður og nógv rós er ‘borið inn á pallin aftur’ frá bergtiknum áskóðarum.

Eisini næmingar og starvsfólk í Fuglafjarðar skúla vóru til sýning av sangleikinum. Vit høvdu ein framúr góðan dag, har vit vórðu leidd ígjøgnum søguna um Leyvukongin, sum byggir á heimskenda teknifilmin ‘The Lion King.’ Vit møttu øllum teimum kendu leikpørtunum úr teknifilminum m.a. Timon, Pumba, Mufasa, Scar, Rafiki, Simba, Zazu, Nala o.fl.  

Vit í Fuglafjarðar skúla vilja takka Marjuni og Bárði – og øllum næmingunum, foreldrum teirra og hjálparfólki annars, fyri enn eitt fantastiskt upplivilsi.

Niðanfyri eru nakrar myndir – bæði av fyrireikingunum til sangleikin og frá sýningum: