Posted on

4.b og 6. fl. til framførslu hjá “Tónleikakuffertinum”

Seinasta fríggjadag var “Tónleikakuffertið” á vitjan í Fuglafjarðar skúla. Teir fýra tónleikararnir, sum spældu klarinett, harmoniku, dupultbass og slagverk, spældu løg úr ymsum londum og mentanum.

Næmingarnir í 4.b og 6. fl. hugnaðu sær óført, ímeðan teir vóru tiknir á eina tónleikaferð til ymisk støð, sum bæði vóru verulig og hugsað.

Tónleikakuffertið er ein verkstova úr Listaleypinum 2020-2021.