Posted on

Broyting: Skúlastýrisvalið 10. november 2020

Góðu foreldur/avvarðandi

Skúlastýrisvalið verður samstundis sum kommunuvalið 10. november í Mentanarhúsinum frá kl. 10.00 til kl. 20.00. Skúlastýrisvalið fer fram í ovara sali og inngongdin er ígjøgnum høvuðsdyrnar, sum vendir ímóti Patrick’s.

Gevið gætur: Foreldur/avvarðandi í Eysturkommunu, skulu somuleiðis velja til skúlastýrið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Veljarar til skúlastýrið skulu undirskriva eina foreldramyndugleikaváttan, sum verður útflýggjað saman við valseðilinum.

Valrætt og valbæri hava foreldur/avvarðandi, sum hava foreldramyndugleika yvir teimum børnum, sum eru skrivað inn í skúlan, ella sum eru fevnd av §65, stk. 2 í Fólkaskúlalógini*.

*Stk. 2. Undantikið spurninginum um, nær skúlagongdin byrjar, og hvussu leingi hon varir, kann skúlin halda tann, ið stendur fyri húskinum, næmingurin hoyrir til, vera heimilaðan at fremja atgerðir hansara, ið hevur foreldramyndugleikan. 

Eingin kann velja til skúlastýrisvalið, um tey ikki eru á vallistanum, sum hevur ligið frammi á skrivstovu skúlans seinastu 14 dagarnar.

Av tí, at onkur av órøttum kann standa á vallistanum, heitir skúlin á foreldur/avvarðandi, sum ivast í sínum foreldramyndugleika, um at kanna hesi viðurskifti, áðrenn ein velur til skúlastýrið.

Veljarar, sum ikki kunnu møta á valdegnum, kunnu við at venda sær til formannin í valnevndini atkvøða við brævatkvøðu í seinasta lagi kl.18.00 dagin fyri valdagin.

Eru ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við skúlan.

Valevnislistin til skúlastýrið í Fuglafjarðar kommunu 10. november 2020:

Bárður Toftum Petersen, Fuglafjørður

Leivur á Lakjuni, Fuglafjørður

Maria á Boðanesi, Fuglafjørður

Rósa Gaardlykke, Fuglafjørður

Sólvá Káradóttir Eliasen, Leirvík

Stillarar:

Brynhild Næs Petersen

Herborg á Lakjuni Simonsen

Irdi E. Toftegaard

Mary-Ann Zachariassen

Gudny Vang