Posted on

1. flokkur 2020-2021

18. august 2020 fóru 27 næmingar í 1. flokk.  

Veðrið var gott, og vit byrjaðu uttanfyri við kunning til foreldur og næmingar. Síðani vórðu næmingarnir býttir í tveir flokkar, a og b.  

Hvør flokkur fór inn í sína floksstovu, har ymiskt var á skránni. 

Vit endaðu dagin uttanfyri, har vit tóku floksmyndir av næmingunum. Eisini fingu næmingarnir okkurt søtt til góman. 

Hetta var ein sera góður dagur við glaðum børnum og foreldrum.

Her eru næmingarnir í 1.a. Flokslærari hjá teimum er Ninni Hansen.

Her eru næmingarnir í 1. b. Flokslærari hjá teimum er Beinta Solmunde.