Posted on

Víkingar í 4. flokki

Fríggjamorgunin varð 4. flokkur tikin á bóli, tá ið tveir víkingar komu brestandi á dyr, og vildu hava fatur á flýdda trælinum, sum fjaldi seg í skúlastovuni.

Tey tóku trælin og fóru heim á oyruna, við øllum 4. flokki í hølunum, og har sluppu næmingarnir at glímast á ymsar hættir í eina løtu.

Tá ið ein løta var farin, kom 3. flokkur heim á oyruna at tryggja sær, at víkingar, trælur og hinir næmingarnir øll høvdu tað gott.

Veðrið var til vildar og lagið var gott.

Myndir síggjast her.