Posted on

Ung í arbeiði 2019

Fuglafjarðar Kommuna fer aftur í summar at skipa fyri “ Ung í arbeiði”

Ynskir tú at fríðka um kommununa og vinna nakrar krónur?

Hevur tú gingið í 8. ella 9. flokki í ár og kanst tú gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda, gera gøtur og annað. Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part. Hetta svarar til 80 tímar.

Arbeitt verður átta tímar um dagin frá klokkan 8 til klokkan 16. Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Tað er ein treyt, at umsøkjarar skula arbeiða tað tíðarskeið teimum verður tillutað, soleiðis at skilja, at tað ikki verður góðtikið, at umsøkjari verður burturstaddur, fer at ferðast el.l. í tíðarskeiðinum.

Tilmeldingin niðanfyri.

HER

Seinasta freist er 27. mai 2019  kl. 24.00

Tíðarskeiðini eru:

tíðarskeið 1:     frá  01.07  til   12.07
tíðarskeið 2:     frá  15.07  til  26.07

Fuglafjørður, tann  29.04.2019

Fuglafjarðar kommuna
Tekniska deild