Posted on

Um smíð

Lærugreinin hevur 2 tímar um vikuna, sum vanliga hevur ligið ein dag um vikuna tveir teir fyrstu tímarnar á morgni. Í smíð arbeiða vit við mongum ymiskum evnum og við sera fjølbroyttum tilfari. Vanliga byrja vit árið við einføldum royndum at arbeiða við viði/træi. Har vit endurtaka, hvussu vit arbeiða við handamboðum, sum vanliga verða brúkt til træ. Til dømis sag, knívur, høvil, at negla, skrúva, líma, pussa o.s.fr. Eisini eru góðar og nýmótans snikkaramaskinur, sum tit so spakuliga sleppa at venja tykkum við at brúka. Ùr træi gera vit t.d. fyrst skeribretti, skammil, hillar, krakkar, sum einfalt er at fáast við, seinni gera vit smærri lutir, ofta amboð, sum eitt sindur meiri putlut er at gera. Vit brúka eisini seyða- ella neytahorn at gera ymvist burtur úr. t.d. knívar, upptrekkjarar, pitsaknívar ella okkurt prýði t.d. armband ella ringar. Vit brúka eisini leður. Vanliga gera vit altíð ein knív, har vit seyma slíðrar av leðri. Vit hava eisini onkuntíð brúkt seyðaskinn, har næmingarnir hava garvað eitt vakurt skinn, sum teir hava útvegað sær heystið. Vit hava eisini gjørt lutir úr metali, úr plasti og steini. Eisini hava vit ein sera góðan glasbrenniovn og góð amboð, har vit evnað til lutir úr glasi, sum vit skera og brýna til og so brenna, teir lutirnir kunnu t.d. vera skálir, undirløg, prýðislutir og myndir. Eitt afturvendandi evni er, at vit um heystið fara í urtagarðar eftir greinum og avskornum trøum at virka til okkurt.

Samanumtikið eru góðir møguleikar at hava smíð í Fuglafjarðar skúla. Tímarnir eru bara smíðtímar og ikki saman við handverki/list og handarbeiði, vit eru fyri okkum sjálv. So góðu næmingar eg vóni, at nøkur tykkara fara at velja smíð, eg skal gera mítt allarbesta til at tit fara at trívast og fáa nakað burturúr. Tit eru altíð vælkomin at skriva til mín, um tit ivast í onkrum, ella tit kunnu ringja.

Vinarliga

Magni Joensen, smíðlærari. Telef. 251044