Tilbúgvingarætlan

Tilbúgvingarætlan fyri FUGLAFJARÐAR SKÚLA

í sambandi við álvarsliga sjúku, vanlukku, deyða ella annan miss.

Inngangur
Okkum, sum dagliga hava við børn at gera, er greitt, at børnini knýta seg tætt at teimum vaksnu, sum eru um tey í gerandisdegnum. Í dag er tað ofta soleiðis, at næmingarnir knýta seg sera tætt at okkum lærarum og starvsfólki annars á skúlanum. Vit fáa at vita um tær stóru hendingarnar, sum næmingunum hevur verið fyri, og fáa høvi at taka lut í gleði og sorg næminganna.

Tað er lætt, tá ið tað snýr seg um gleðiligar tilburðir í lívi næminganna, men torførari, tá ið tað snýr seg um sorg og syrgiligar tilburðir, sum summir næmingar tíverri ikki sleppa undan.

Tað liggur eisini í tíðini at seta orð á øll fyribrigdi, sum henda í lívsins viðurskiftum. Tað, sum tú ikki tosaði um og tagdi burtur, elvdi stundum til sálarliga innilokan, einsemi og døpurhuga. Hetta kundi síðani tálma menning og læring.

Henda tilbúgvingarætlan skal vera amboð okkara at nýta í teimum førum, har vit hava onkran, sum verður raktur av sorg. Hon skal somuleiðis gera okkum lærarar og starvsfólk á skúlanum tilvitað um tann leiklut, sum vit hava í arbeiði okkara, tá ið tað snýr seg um at hjálpa næmingum, sum eru raktir av sorg.

Endamálið er sostatt í greiðum orðum at siga, hvussu vit gera, tá ið skilnaður, sjúka, vanlukka ella deyði rakar okkum í skúlanum ella ein av okkara nærmastu. Vónandi kann tilbúgvingarætlanin lætta um ta truplu støðu, vit eru í, tá ið sorgin rakar.

Sorgarbólkur
Skúlin skal altíð hava ein sorgarbólk. Í honum eru tveir lærarar, umboð fyri leiðsluna og heilsufrøðingurin.

Uppgávan hjá sorgarbólkinum er

· At vera stuðul, har tørvur er á tí
· At fylgja við tí, sum kemur út av viðkomandi tilfari , og nema sær nýggja vitan
· At dagføra tilbúgvingarætlanina
· At kunna nýggjar lærarar um tilbúgvingarætlanina
· At kunna heimini um tilbúgvingarætlanina

Sorgarbólkurin kann eisini
· Skipa fyri fundum, fyrilestrum ella evnisdøgum
· Kunna aðrar lærarar um nýtt tilfar, skeiðstilboð o.s.fr.

Uppgávan hjá leiðsluni
· Syrgja fyri, at flaggið verður vundið á stong
· Taka sær av samskifti við fjølmiðlarnar
· Senda blómur/krans/heilsan frá skúlanum

Felags missur
Tá ið næmingur hevur langa sjúkralegu
· Flokslærarin tosar við foreldrini at kunna seg um støðuna
· Avtala kann verða gjørd við foreldur um kunning í flokkinum
· Flokslærarin kunnar flokkin og starvsfelagar
· Tosað verður við teir flokkar, har tann sjúki hevur systkin, um tørvur er á tí
· Flokslærarin ella annar lærari, sum er tætt knýttur at næminginum, kann skipa fyri tiltøkum – t.d. vitja ella senda brøv/tekningar
· Gera vitjanarlista í samráð við foreldrini
· Næmingurin verður kunnaður um tað, sum fyriferst á skúlanum, so hann alla tíðina kennir seg knýttan at flokkinum
· Flokslærarin kunnar við hóskandi millumbili toymið og hini starvsfólkini um støðuna
· Flokkurin skipar fyri tiltøkum, tá ið næmingurin kemur aftur, t.d. hugnatíma

Tá ið næmingur doyr eftir sjúkralegu
· Flokslærarin boðar leiðsluni frá, og leiðslan kunnar øll starvsfólk um støðuna
· Flokslærarin kunnar flokkin
· Morgunin eftir, ella so skjótt til ber, kunnar leiðslan allar næmingarnar um hendingina
· Eftir kunningina verður minningarløta, t.d. Faðirvár, tendra ljós, blómur og tøgn í 1 minutt
· Næmingar og starvsfólk fara út á skúlaøkið, har flaggið verður vundið á hálva stong

Tá ið næmingur doyr brádliga
· Tá ið deyðsboð eru, verða flokslærari og leiðsla kunnað
· Flokslærarin avtalar við sorgarbólkin, hvør setir seg í samband við heimið at fáa at vita, hvat er hent, og hvussu støðan er
· Leiðslan boðar starvsfólkunum til fundar, so skjótt boðini eru komin
· Flokslærarin/toymið kunnar flokkin
· Morgunin eftir, ella so skjótt til ber, kunnar leiðslan allar næmingarnar um hendingina
· Eftir kunningina verður minningarløta, t.d. Faðirvár, tendra ljós, blómur og tøgn í 1 minutt
· Næmingar og starvsfólk fara út á skúlaøkið, har flaggið verður vundið á hálva stong
· Umráðandi er, at næmingarnir í flokkinum fáa høvi at tosa um hendingina; tí er best, at meira enn ein lærari er hjástaddur.
· Flokslærarin avtalar við foreldrini, hvussu farið verður fram, tá ið næmingarnir fara heim. Flokslærararin kann eisini samla foreldrini í skúlanum at tosa um hendingina, um tørvur er á tí
· Flokkurin og skúlin senda krans ella blómur
· Flokkurin fer at fylgja
· Skúlin verður stongdur, meðan jarðarferðin er, og flaggið vundið á hálva stong
· Næmingarnir gera minningarbók um næmingin, sum heimið fær
· Okkurt serligt verður gjørt við plássið hjá næminginum nakrar dagar ella restina av skúlaárinum, t.d. mynd, blómur, ljós o.a.
· Limir úr sorgarbólkinum verða knýttir at flokkinum
· Flokkurin skrivar minningarorð
· Flokslærarin fylgir øllum upp.
· Flokkurin minnist føðingar- og deyðsdag
· Flokkurin vitjar á grøvini

Tá ið starvsfólk hevur langa sjúkralegu
· Leiðslan kunnar sorgarbólkin og sigur hinum starvsfólkunum frá
· Gávukassin sendir heilsan
· Onkur, ið kennir viðkomandi væl, hevur hóskandi samband

Tá ið starvsfólk doyr
· Leiðslan setir seg í samband við familjuna ella øvut
· Leiðslan kunnar starvsfólkini
· Flokslærarin/toymið kunnar sínar næmingar
· Skipað verður fyri minningarløtu, t.d. Faðirvár, tendra ljós, blómur og tøgn í 1 minutt
· Næmingar og starvsfólk fara út á skúlaøkið, har flaggið verður vundið á hálva stong
· Í flokkum, sum viðkomandi var knýttur at, kunnu foreldrini verða biðin um at koma á skúlan til kunning, samtalu og at fylgja børnunum heim
· Starvsfólk vitja familjuna og bjóða seg at hjálpa, t.d. til jarðarferðina.
· Geva familjuni tilsøgn um hjálp, t.d. til jarðarferðina
· Skúlin er stongdur, meðan jarðarferðin er
· Skúlin sendir blómur ella krans

Missur hjá tí einstaka
Tá ið foreldur/systkin hjá næmingi verða rakt av álvarsligari sjúku ella vanlukku
· Flokslærarin ella annað starvsfólk, sum næmingurin ella foreldrini kenna seg knýtt at, kunnar øll starvsfólk, sum hava flokkin, um støðuna
· Hevur næmingurin systkin í skúlanum, tosa viðkomandi starvsfólk saman um støðuna
· Tað er av stórum týdningi, at eisini hinir næmingarnir í flokkinum og foreldur teirra fáa at vita, hvat er hent. Hesi uppgávuni tekur flokslærarin/toymið sær av
· Eisini má flokslærarin gera hinum næmingunum greitt, at viðkomandi næmingur, sum hevur sjúk foreldur ella systkin, kann hava ógvuliga skiftandi sinnalag/atburð
· Kunna næmingarnar um sjúkuna/vanlukkuna við at greiða teimum frá øðrum líknandi tilburðum, brúka ymiskt tilfar í undirvísingini, sum hóskar til henda tilburðin.

Tá ið næmingur missir foreldur ella systkin
· Flokslærarin kunnar leiðslu og starvsfólk um tilburðin
· Flokslærarin/toymið kunnar flokkin og foreldur teirra um tilburðin. Umboð frá sorgarbólkinum og prestur kunnu vera hjástødd. Um systkin eru í øðrum flokkum, verður sama mannagongd fylgd í øllum avvarðandi flokkum
· Skipað kann verða fyri minningarløtu í skúlanum
· Flokslærarin ella annað starvsfólk fer heim til familjuna og bjóðar seg at hjálpa, t.d. til jarðarferðina
· Flokslærarin skipar fyri, at flokkurin fer at fylgja. Í yngru flokkunum fara næmingarnir at fylgja saman við foreldrunum
· Flokkurin fær frí tann dagin, jarðarferðin er, ella samlast í skúlanum
· Vera um næmingin ta fyrstu tíðina aftaná (uml. 1 ár). Royna av og á at fáa eitt prát við næmingin um støðuna, tá ið tað hóskar seg
· Flokkurin sendir blómur ella krans