Heilsufrøðingur

Inga Símunardóttir,
Tel. 562375
[email protected]

Heilsufrøðingurin er vanliga á skúlanum týs- og mikudagar.

Skúlaheilsufrøðingurin bjóðar vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur skúlaheilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við barnið, eins og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum. Harumframt skal skúlaheilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.

Vegleiðing verður eisini veitt til foreldur og starvsfólk á skúlanum.

Meir er at lesa á heimasíðuni hjá Gigni – heilsufrøði til børn og ung www.gigni.fo