Posted on

Um motorlæru

Í fleiri ár hevur motorlæra verið eitt av tilboðunum til 8. flokk, sum fleiri hava valt sær. Í ár eru til dømis tvey hold. Vanliga eru tað dreingir, sum velja sær hetta, men gentur eru vælkomnar, og tær fáu, sum hava verið, hava í fleiri førum latið væl at.

Motorlæra er ikki próvtøkulærugrein, so her er einki, sum eitur próvtøka og fyrireiking til tílíkt. Eg havi hesi seinnu árini valt at lata tað vera púra leyst av bókum. Tey læra við at gera. Vit tosa sjálvandi um tað ymiska, men rættiliga nógv er bara at gera og so læra, meðan tú ger.

Vit læra um vanlig hondamboð, hvat tey eita, hvat tey eru til, og hvussu tú nýtir tey á skilagóðan hátt. Tá vit koma til elektrisk amboð sum borimaskinur, vinkulslíparar, sveisitól og tílíkt, læra vit eisini at brúka tey, og vit tosa nógv um trygd og útgerð sum hjálmar og brillur o.a.

Motorlæra hevur hesi árini verið eitt frístað hjá teimum, sum kanska ikki tíma tað bókliga so væl. Her eru tveir tímar um vikuna, har tú sleppir at dálka tær fingrarnar, og av og á, tá okkurt fæst at starta, sleppa tey eisini at koyra eina løtu í skúlagarðinum. Vit halda okkum mest til smáar motorar. Her eru onkur prutl, knallertir, lendisfar(ATV), okkurt heimagjørt og annað, ið brúkar bensin ella olju.