Posted on

Um leiklist

Vallærugreinin leiklist er tveir tímar um vikuna.

Lærugreinin inniheldur m.a. smá spøl, eitt sindur av dansi og dramavenjingar annars. Vit arbeiða framímóti at framføra ein leik til jólahaldið hjá framhaldsdeildini. Fyrsta hálvárið verður stórt sæð brúkt til hetta.

Endamálið við lærugreinini er at menna hugin og førleikan hjá næmingunum at brúka drama sum frásøguhátt og fremja kunnleika og gleði við sjónleiki sum samskiftismiðli.

Eisini er endamálið, at menna evnini hjá teimum at uppliva, málbera seg, venja samspæl millum rødd og rørslu, samstarva, sansa og geva gætur og at skapa.