Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlan hjá Fuglafjarðar skúla

Í Fuglafjarðar skúla vilja vit, at allir næmingar trívast og mennast. Ein av fortreytunum fyri at trívast er, at eingin happar. Hendan trivnaðarætlan sigur, hvussu vit í skúlanum vilja vera hvør ímóti øðrum, hvat happing er og hvussu vit fyribyrgja happing og fáa øll at trívast.

(Trivnaðarætlanin kann eisini takast niður her.)

Í Fuglafjarðar skúla vilja vit:

  • At tað er pláss fyri øllum, og at vit hava umsorgan hvør fyri øðrum
  • At øll læra at lurta hvør eftir øðrum og virða hvør annan
  • At øll kenna seg trygg og mennast bókliga, handaliga og sosialt
  • At øll kenna seg sædd, hoyrd og viðurkend
  • At øll fáa so gott sjálvsvirði sum gjørligt
  • At øll tora at siga sítt
  • At øll kunnu arbeiða saman
  • At tað er stuttligt at vera
  • At happing verður tikin í størsta álvara

Happing
Happing skal fyribyrgjast og steðgast, tí bæði happari og tann, sum verður happaður, kunnu verða merkt av hesum restina av lívinum. Happing hevur keðiliga ávirkan á trivnaðin í flokkinum og skúlanum sum heild.

Talan er um happing, tá ið onkur regluliga í ávíst tíðarbil verður illa viðfarin av onkrum øðrum.

Tað er týdningarmikið at skyna á at happa og at arga.

At arga

At arga nýtist ikki at vera illa meint, men kann blíva til happing. Tað er ymiskt, hvussu tey, sum verða argað, uppliva argingina.

Hvussu fyribyrgja vit happing?

  • Vit vísa týðuliga, at happing verður ikki góðtikin
  • Vit eggja næmingarnar til at læra seg at loysa ósemjur á virðiligan hátt
  • Vit arbeiða við at menna sosialu førleikarnar hjá næmingunum
  • Vit læra næmingarnar at seta orð á sínar kenslur í staðin fyri t.d. at sláa
  • Vit hjálpa næmingunum at loysa sínar ósemjur, tá ið tørvur er á tí
  • Vit læra næmingarnar at hjálpa teimum, sum ikki hava tað gott, í staðin fyri einans at hyggja at
  • Vit læra næmingarnar at kennast við sína ábyrgd í ósemjum
  • Vit læra tey at leggja ósemjur aftur um seg
  • Vit gera floksreglur í flokkunum
  • Vit virka fyri góðum samstarvi millum skúla og heim, og trivnaður er fastur táttur til foreldraviðtalur
  • Vit samstarva við heilsufrøðingin um trivnaðin hjá næmingum

Happingartekin

Niðanfyri er ein listi við teknum, sum benda á, at alt ikki ruggar rætt. Tað er ikki vist, at talan er um happing, men hetta eru tekin, sum vit vaksnu mugu taka í álvara bæði við hús og í skúla.

  • Næmingurin vil ikki í skúla – sum heild ella ávís tíðarskeið
  • Næmingurin torir ikki ganga í og úr skúla – júkar um at verða koyrdur ella velur sjálvur ein umveg
  • Næmingurin kemur til hús við oyðiløgdum bókum, lutum ella klæðum
  • Næmingurin hevur blá merki, skursl ella aðrar løstir
  • Næmingurin hevur ikki vinir við til hús
  • Næmingurin hevur ongan góðan vin
  • Næmingurin svevur illa – hevur marruna og grætur
  • Næmingurin missir áhugan fyri skúlanum og klárar seg verri enn áður
  • Næmingurin tykist at vera í ringum lag, tunglyntur ell í skiftandi hýri
  • Næmingurin sigur seg ofta vera sjúkan, t.d. ilt í búkinum

Hvat kunnu foreldur gera?

Tá ið foreldur varnast, at barnið verður happað, er týdningarmikið at skilja kenslurnar hjá tí og fram um alt at stuðla barninum.

Um barn tykkara happar onnur, skulu tit fáa tað at kenna ábyrgd av tí, tað hevur gjørt, og ikki einans geva tí ringa samvitsku.

Tað snýr seg um at bera so í bandi, at barnið aftur fær sjálvsálit og álit á, at tit saman kunnu loysa hetta.

  • Far í holt við trupulleikan sum nakað, ið kann og skal loysast
  • Setið tykkum í samband við flokslæraran og/ella heilsufrøðingin
  • Hvat kunnu foreldur gera til tess at fyribyrgja happing?
  • Vísið týðuliga, at happing verður ikki góðtikin
  • Tosið við barnið um munin á at smetta og siga frá, tá ið happað verður
  • Hjálpið barninum at skyna á at arga og happa
  • Venjið barnið at loysa ósemjur við hús
  • Latið barnið hava vinir við til hús, so ofta tað hevur hug
  • Tosið jaliga um floksfelagarnar og foreldur teirra
  • Tosið jaliga um starvsfólk skúlans og skúlan sum heild
  • Verið virkin í felags tiltøkum í flokkinum
  • Raðfestið, at barn tykkara altíð fer í føðingardag hjá øðrum
  • Bjóðið øllum flokkinum, øllum gentunum ella øllum dreingjunum í føðingardag í staðin fyri at velja nøkur
  • Síggið tað sum eina dygd, at tit eru við til at basa happing

Hvussu fáa vit øll at trívast í skúlanum?

Trý avgerandi viðurskifti:

  • At fáa tigandi meirilutan av næmingum at siga frá
  • Lærarar og námsfrøðingar, sum eru tilvitaðir um trivnað
  • Foreldur, sum vísa samábyrgd

Um alt ikki gongur, sum tað skal

Um næmingur vísir tekin um mistrivnað, skal skúlin taka stig til at bøta um hetta. Flokslærarin hevur ábyrgdin av hesum. Alt eftir hvat mistrivnaðurin snýr seg um, kann flokslærarin t.d.:

  • Tosa við næmingin
  • Tosa við heimið
  • Tosa við toymið
  • Tosa við flokkin
  • Tosa við AKT-læraran
  • Tosa við Førleikastovuna
  • Tosa við SSP læraran
  • Tosa við heilsufrøðingin
  • Tosa við leiðsluna

Við støði í tí ítøkiliga málinum verða neyðug trivnaðar átøk sett í verk.

Skúlastjóri

Ólavur Thomsen
[email protected]/FUG-L
743082

Varastjóri
Randi larsen
[email protected]/FUG-L
238062

AKT
Fridrikka Kjeld
[email protected]
770090

SSP
Rannvá Hansen
[email protected]
221171

Førleikastovan
Fía Jacobsen
[email protected]
244503

Heilsufrøðingur
Inga Símunardóttir
[email protected]
5623754