Posted on

Starvslýsing

Varaskúlastjóri til Fuglafjarðar skúla

Um starvið

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum undir ábyrgd og í samstarv við skúlaleiðaran skal taka lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans.

Harafturat skal viðkomandi duga at samstarva, vera hugaður at royna nýggjar leiðir, vera fyrikomandi og fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi og eftir fyriskipan skúlaleiðarans.

Starvið er farloyvisstarv og tíðaravmarkað frá 1. august 2020 til 31. juli 2021.

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgvin og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjari hevur leiðsluroyndir.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt í lønarflokki 34.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálarráðið og Føroya Lærarafelag.

Undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.

Umsóknir

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. mai 2020 kl. 15.00. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Ólavur Thomsen, skúlastjóra, á tel. 743082.  Eisini ber til at senda teldupost til [email protected].

Fuglafjarðar skúli hevur næsta skúlaár umleið 290 næmingar í 1 .- 10. flokki. Á skúlanum starvast 30 lærarar, 1 skrivstovufólk, 2 húsavørðar og 3 námsfrøðiligir stuðlar.