Posted on

Spírandi átak!

Í februar var lesiátak, har næmingarnir lósu frílesing hvønn dag í skúlanum. Fyri hvørja bók, sum næmingarnir í 3.fl lósu, fingu teir eitt blað við navni og bókatitli á. Næmingarnir hongdu síðani bløðini á greinarnar á træið í heimastovuni.