Posted on

Skúlagongdin eftir páskir

Góðu foreldur og avvarðandi!

Sum kunnugt, verður skúlagongdin tikin uppaftur 20. apríl 2020 í broyttum líki.

Undirvísingin fyri 1. – 3. flokk verður á skúlanum. 1.og 2. flokkur verða í byrjanardeildini og 3. flokkarnir í heimara skúla.

Undirvísingin fyri 4. – 10. flokk verður skipað sum fjarundirvísing.

Eru ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við flokslæraran.

Sí annars nærri kunning frá flokslærarunum.

Leiðslan