Posted on

Skúlagongdin avlýst frá mánadegnum 16. mars.

English version further down

12. mars 2020

Góðu næmingar, foreldur og avvarðandi.

Boðað verður hervið frá, at avgjørt er, at allir næmingar í fólkaskúlanum skulu vera heima við hús frá mánadegnum 16. mars 2020. Í morgin, fríggjadagin 13. mars er skúlagongdin í Fuglafjarðar skúla frá kl. 8:00 og til kl. 12:35. Bussarnir koyra frá Mentanarhúsinum kl 12:40.

Hetta merkir, at skúlin frá mánadegnum 16. mars og fyribils í 2 vikur avlýsir skúlagongdina. Børnini skulu vera heima og annars fylgja teimum tilráðingum, sum koma frá heilsumyndugleikunum so hvørt.

Skúlin kann hava opið í neyðugum vavi fyri børn, sum ganga í 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, her er talan um m.a. heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur, og sum ongan møguleika hava fyri ansing annars.

Hesi foreldur skulu venda sær til skúlaleiðsluna, Ólavur Thomsen, skúlastjóri 743082 ella Randi Larsen, varaskúlastjóri 238062 við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði í seinasta lagi fríggjadagin 13. mars kl. 12:00. Skúlans skylda í hesum sambandi er frá kl. 8:00 og til kl. 11:25.

Um broytingar koma fyri, verður kunnað um hetta á heimasíðu skúlans www.ffs.fo.

Vinaliga

Leiðslan

March 12, 2020

Dear students, parent and next of kin.

It is decided that all pupils in primary school should be at home from Monday 16 March, and two weeks ahead. Tomorrow, Friday, March 13, there will be schooling in Fuglafjarðar school from 8 p.m., and to 12:35. The buses leave from Mentanarhúsinum at 12:40.

This means that the school will stop all schooling from Monday 16 March and two weeks on. The child must stay at home and follow the recommendations that come from the Board of Health in the near future.

The school can, in case of emergency, accept students in 1st, 2nd and 3rd grade, where the parent has no other options to care for the children. This special offer applies only to the children whose parents work in especially important areas, such as the health care sector, the elderly care sector, the police, the emergency department and in special cases.

These parents must turn to the school management; Ólavur Thomsen, Head of School +298 743082 or Randi Larsen, Vice head of School +298 238062 with their reasons why they need the offer. This is to be done no later than Friday March 13 at. 12:00. The school is required to care for the students from 8:00, and to. 11:25.

If changes occur, it will be announced on the school’s website www.ffs.fo.

With best regards

Management