Posted on

Seinasti skúladagur hjá 10. flokki

Í dag, fríggjadagin 24. mai, var seinasti skúladagur hjá 10. flokki. Tá er altíð spennandi at koma í skúla, at vita hvussu skúlin sær út.

Kl. 9.00 byrjaði næmingakonsert í fimleikahøllini. 5. flokkur spældi fleiri sangir og somuleiðis næmingarnir í 8. og 9. flokki, sum hava valt tónleik.

Síðani skipaðu 10. flokkur fyri spølum. At enda varð farið niðan á fótbóltsvøllin, men haðani hava vit tíverri ongar myndir.