Posted on

Sangleikurin “Mamma Mia”

Nú fólkaskúlin er farin í gongd aftur, er fyrireikingin til sangleikin “MAMMA MIA” eisini tikin upp aftur.

 e-Nám sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla er tí fegin um at kunna bjóða til ein stóran og spennandi leik. Í døgunum 15. juni til 22. juni sýnir breytin fram sangleikin “MAMMA MIA” í Mentanarhúsinum. Henda útgávan av heimskenda leikinum er tillagað soleiðis, at hann kann sigast at vera fyri øll, hóast talan upprunaliga er um ungdómsleik. Leikurin er annars bygdur á heimskenda filmin frá 2008.

MAMMA MIA hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið standa fyri øllum – eisini tekniska partinum. Heimskendi bólkurin, ABBA, eigur sangirnar, og tað munnu vera mong, ið kennast við nógvar at teimum.

Tað eru lærararnir, Marjun Djurhuus og Bárður á Lakjuni, ið hava sangleikin undir hond.

Atgongumerkir til almennu sýningarnar kunnu keypast á heimasíðuni hjá Mentanarhúsinum á www.mh.fo