Posted on

Samrøðubólkar

Í nærmastu framtíð er ætlanin at fara undir at skipa fyri samrøðubólkum fyri skúlabørnum, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt.

Royndir vísa, at slíkir bólkar kunnu vera eitt gott amboð hjá børnum at koma væl víðari í lívinum.

Endamálið við bólkunum er at skapa eitt trygt stað, har barnið fær høvið at tosa um sínar tankar, kenslur og avbjóðingar saman við øðrum børnum í somu støðu.

At vera partur av einum slíkum bólki kann geva barninum eina kenslu av at verða sædd, hoyrt og skilt.

Foreldur, ið hugsa, at hetta hevði verið gott fyri tykkara barn/børn, eru vælkomin at seta seg í samband við meg á tlf 562375 ella á telduposti [email protected]

Bólkin hava:

Inga Símunardóttir

heilsufrøðingur við útbúgving sum barnabólkaleiðari.

 

Maria á Boðanesi

Lærari, pæd syk við royndum at hava samrøðubólkar