Posted on

Próvhandan 2019

Próvhandan verður í fimleikahøll skúlans mikukvøldið 26. juni kl. 17:00. Heitt verður á fólk at møta í góðari tíð, og víst verður samstundis til parkeringsplássini omanfyri kirkjugarðin, við kirkjuna og við Mentanarhúsið.

Eftir próvhandanina umleið kl. 18, fer Sunrid í Gong at taka myndir. Felagsmynd kostar 200,- kr. og einstaklingamynd 200,- kr. Brævbjálvi við navni, bústaði og peningi kann latast skrivstovuni í seinasta lagi 21. juni.