Posted on

Námsfrøðiligur stuðul til Fuglafjarðar skúla:

Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli vegna barnsburðarfarloyvi í tíðarskeiðinum 2. oktober 2018 til 27. juni 2019. Lønarbrotið er 0,58, ið svarar til 1034 árstímar.

  • Stuðul hjá næmingum í 1.fl., 3.fl. og 5.fl.

Søkt verður eftir námsfrøðingi, sum

  • sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum, er fyrikomandi, dugir at samstarva og vil vera við at menna skúlan.
  • Skipar skúlagongdina við atliti at fortreytum hjá einstaka næminginum.
  • Veitir persónligan og praktiskan stuðul, sum kann hjálpa næminginum í gerandisdegnum í sambandi við skúlagongdina

Okkum tørvar námsfrøðiligan stuðul, ið kann arbeiða við næmingum við ymiskum serligum tørvum. Arbeiðið fevnir um stuðul til næmingar í 1.fl., 3.fl. og 5.fl. Arbeitt verður í flokkum, smærri bólkum og ein til ein.

Førleikakrøv

Útbúgving sum námsfrøðingur.

Royndir innan serøkið er ein fyrimunur.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 11-21.

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 2. oktober kl 15.00. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tel. 743082.  Eisini ber til at senda teldupost til [email protected]

Fuglafjarðar skúli hevur hettar skúlaárið 269 næmingar í 1 .- 10. flokki. Á skúlanum starvast 25 lærarar, 1 skrivstovufólk, 1 húsavørður og 2 námsfrøðiligir stuðlar.