Posted on

Námsfrøðiligur stuðul til Fuglafjarðar skúla

Námsfrøðiligt stuðulsstarv lýst leyst at søkja:

  1. Søkt verður eftir einum námsfrøðiligum stuðli at seta í fast starv frá 1. august 2020. Lønarbrotið er 0,58, ið svarar til 1034 árstímar.

Søkt verður eftir námsfrøðingi, sum 

  • sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum, er fyrikomandi, dugir at samstarva og vil vera við at menna skúlan.
  • skipar skúlagongdina við atliti til fortreytir hjá einstaka næminginum.
  • veitir persónligan og praktiskan stuðul, sum kann hjálpa næminginum í gerandisdegnum í samband við skúlagongdina.

Tørvur er á námsfrøðiligum stuðli, ið hevur førleika at arbeiða við næmingum við serligum tørvi. Arbeiðið fevnir um stuðul til næmingar í øllum aldursbólkum. Arbeitt verður í flokkum, smærri bólkum og ein til ein.

Førleikakrøv

Útbúgving: Námsfrøðingur.

Royndir innan serøkið er ein fyrimunur.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 11-21.

Umsóknir

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. mai 2020, kl. 12.00. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tel. 743082.  Eisini ber til at senda teldupost til [email protected].

Í Fuglafjarðar skúla eru 290 næmingar í 1 .- 10. flokki. Í  skúlanum starvast 30 lærarar, 1 skrivstovufólk, 2 húsavørðar og 2 námsfrøðiligir stuðlar.