Næmingafráverur

Skúlin skrásetir næmingafráverur. Í 1. – 7. flokki verða fráverur skrásettar í floksbøkur ein ferð um dagin. Í framhaldsdeildini verða harafturat fráverur skrásettar í tímabøkur.

Um næmingur er sjúkur, skal flokslærarin hava boð frá foreldrum/verjum um hetta. Hvussu hetta verður gjørt, kann vera ymiskt frá flokki til flokk. Mannagongd á hesum øki verður avtalað millum flokslærara og foreldur.

Um næmingur skal hava frí av øðrum orsøkum, verður víst til valmyndina: “Fríloyvi”.