Meginreglur um samstarv millum heim og skúla

Hesar meginreglur eru gjørdar til at kunna foreldur/verjar um samstarvið millum heim og skúla. Lýst verður, hvør leikluturin hjá skúlastýrinum og foreldraumboðunum er, og hvat foreldur/verjar kunnu gera til tess at fáa skúlagongdina so góða sum gjørligt.

Skúlastýrið

Skúlastýrið ásetur meginreglur fyri virksemi skúlans og bindir saman heim og skúla.

Skúlastýrið skal vera samstarvsfelagi hjá leiðslu skúlans at gera fyriskipanir at menna undirvísingarliga og sosiala umhvørvi skúlans.

Skúlastýrið skal samstarva við kommunustýrið um skúlabygnað og fíggjarligu og hølisligu umstøðurnar í skúlanum.

Skúlastýrið skipar fyri árligum felags foreldrafundi, har m.a. ársfrágreiðing verður løgd fram.

Foreldraumboð

Foreldur hava vanliga tættasta tilknýti til eitt barn. Tí er ógvuliga týdningarmikið, at heim og skúli samstarva um skúlagongdina hjá næmingunum í flokkunum. Til hetta samstarv verða foreldraumboð vald í flokkunum.

Foreldraumboðini eru vald at umboða foreldrini í flokkinum. Uppgávan hjá umboðunum er at vera við til at skapa trivnað í flokkinum við at skipa fyri sosialum og trivnaðarligum tiltøkum saman við flokslæraranum ella sjálv. Foreldraumboðini kunnu saman við flokslæraranum gera ársætlan fyri viðtalur, foreldrafundir og sosial tiltøk fyri flokkin. Eisini kunnu umboðini saman við flokslæraranum skipa fyri foreldrafundinum, tá ið skúlaárið byrjar.

Foreldraumboðini skulu veljast millum tey foreldur, sum hava næmingar í flokkinum. Gott er, um foreldraumboðini umboða bæði gentu og drong. Trý foreldur skulu veljast at umboða flokkin.

Ynskiligt er, at foreldraumboðini sita minst tvey ár. Á henda hátt fæst samanhang í arbeiðið. Gott er, um ikki øll foreldraumboðini verða skift í senn. Foreldraumboðini skulu veljast á fyrsta foreldrafundi um heystið.

Skúlastýrið og foreldraumboð

Skúlastýrið og foreldraumboðini í flokkunum hava ein árligan fund, har t.d. leiðreglur og ætlanir verða umrøddar.

Viðtalur/foreldrafundir

Tá ið skúlaárið byrjar, hevur hvør flokkur ein foreldrafund. Á fundinum verður kunnað um skúlaárið og tosað um mál, sum hava felags áhuga. Foreldraumboðini verða eisini vald á hesum fundinum.

Minst eina ferð um árið er viðtala millum foreldur/verja og høvuðslærarar floksins, har tíð verður sett av til hvønn næming sær. Viðtalur annars eru eftir tørvi.

Flokslærararnir avtala hvør sær, hvussu samskiftið annars verður skipað millum heim og skúla í einstaka flokkinum.

Foreldur

Foreldur/verji kunnu hjálpa barni sínum við at fylgja við í heimasetninginum á heimasíðu skúlans, tryggja, at barnið er væl upplagt, og at amboð og matpakki eru við í taskuni hvønn dag.

Tað er sera týdningarmikið fyri skúlagongdina hjá barninum, at tosað verður jaliga um skúlan heima. Eru ivamál ella trupulleikar, verða tey í fyrsta lagi tikin upp við avvarðandi starvsfólk. Um hetta ikki hjálpir, verður farið til leiðslu ella skúlastýri.

Hugskotsbankin

Á heimasíðu skúlans er ein hugskotsbanki. Í hugskotsbankanum ber til at síggja væl eydnað tiltøk, sum hava verið í ymsum flokkum. Foreldraumboðini kunnu brúka hetta sum íblástur.