Posted on

Luther hald í skúlanum.

Í dag hevur skúlin hátíðarhildið at tað eru 500 ár síðani at Martin Luther kunngjørdi teir 95 setningarnar í Wittenberg.

Endamálið er at varpa ljós á ta ávirkan, ið trúbótin hevur havt á okkara tíð.

Á skránni hava verið ymiskir fyrilestrar, sjónleikur, sangur o.a. áhugavert. Dagurin endar við guðstænastu í Fuglafjarðar kirkju.