Posted on

Listaframsýning

Frá hósdegnum 16. til og við mikudagin 22. mai er framsýning hjá næmingum í Fuglafjarðar skúla, sum hava handaverk/list, smíð og tilevning, saman við lærarum teirra Piu Andersen og Magna Joensen.

Øll eru vælkomin til framsýningina. Nógv er at síggja: Glas, skulpturar, akvarell, málningar og pappírsklipp, sum høvdu gjørt sjálvan William Heinesen øvundsjúkan, og mangt annað er eisini.

Niðanfyri eru nakrir brellbitar.