Posted on

Leiðbeining um Corona smittuna

Góði næmingar, foreldur og avvarðandi!
 
Í samband við Corona smittuna, er kunning komin frá Undirvísingarstýrinum. Fuglafjarðar skúli hevur kunna næmingar og starvsfólk.

Besta verjan er gott reinføri. Danska Sundhedsstyrelsen hevur gjørt hesa vegleiðing:

  1. Vaska hendurnar ofta og væl og brúka hondspritt
  2. Hosta og njós í ermuna, ikki í hendurnar
  3. Avmarka likamliga sambandi, t.d. við ikki at taka í lógvarnar á hvørjum øðrum
  4. Hugsa um reinførið í skúlanum, at væl verður vaskað
  5. Veri umhugsin, tá nógv eru savnað og hava tætt samband

 Mint verður á ráðini til eftirtektar. Nærri kunning eru at finna finna her:

https://ls.fo/sj%C3%BAklingar/kanningar-og-vi%C3%B0ger%C3%B0ir/corona-covid-19/?fbclid=IwAR2Ws49HvUW8jfMYkPoSunPA4RoceZjick1DSWXPfriPTjFi1FaIzQEAfzI​


Mint verður á at fylgja vegleiðingunum frá heilsumyndugleikunum, sum eru at finna her: 

https://www.hmr.fo/fo/arbeidsokir/heilsa-og-fyribyrging/corona-covid-19/

og á heimasíðuni hjá landslæknanum: 

https://landslaeknin.stps.dk/​

Um støðan broytist, ella aðrar tilráðingar koma frá heilsumyndugleikanum, verður kunnað um hetta beinanvegin.