Posted on

Lærari til Fuglafjarðar skúla

Lærarastarv verða lýst leys at seta frá 2. mars 2020:

Søkt verður eftir lærara til eitt starv fyri starvsfólk, ið fer niður í tíð í tíðarskeiðinum 2. mars 2020 til 19. juni 2020. Lønarbrotið er 0,5.

Søkt verður eftir lærara, sum

torir at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini, sýna jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum, er fyrikomandi, dugir at samstarva og vil vera við at menna skúlan.

Okkum tørvar lærara, ið hevur førleika í føroyskum, enskum og ítrótti. Undirvíst verður 10 tímar um vikuna. 5 tímar í føroyskum og 3 tímar í enskum í 8. flokki, umframt 2 tímar í ítrótti í 9. flokki.

Førleikakrøv

Útbúgving sum fólkaskúlalærari.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 30. januar kl. 12.00. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tel. 743082.  Eisini ber til at senda teldupost til fug@skulin.fo.

Í Fuglafjarðar skúla eru 273 næmingar í 1 .- 10. flokki. Á skúlanum starvast 28 lærarar, 1 skrivstovufólk, 2 húsavørðar og 3 námsfrøðiligir stuðlar.